Javnan fær kriminalpolitiið fráboðanir frá fólki, sum í góðtrúni hava latið við seg koma, tá ið tey hava fingið áheitan í telduposti um antin at hjálpa við peningi ella luttaka við peningini í onkrum tiltaki.
- Hetta hevur verið so ofta frammi, at fólk áttu at vita, at tað kunnu verða lumpað, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Hann veit dømi um fólk, sum í góðari trúgv eru farin í bankan við kekkum, sum seinni hava víst seg at verið falskir. Í onkrum føri hevur peningastovnurin beinanvegin funnið útav, at kekkurin var falskur.
Dømi hava eisini verið um, at fólk hava keypt á internetinum við ringum úrsliti. Fólkini handan heimasíðurnar hava ikki verið reiðilig, og stórar upphæddir eru horvnar av kortunum, sum keypt var við.
Eitt tað grovasta dømi, sum Bergleif Brimvík minnist, var fyri nøkrum árum síðan. Ein maður hevði fleiri ferðir sent pening, fleiri ferðir 10.000 krónur til eina kontu. Endin var, at hann skuldi møta móttakarunum á einum hotelli í Keypmannahavn. Menninir vóru fremmandir, og maðurin dugdi ikki at eyðmerkja teir. Pening fekk hann ongan.
- Eg má harðliga mæla frá at fara í holtur við slíkt. Og tey, sum keypa á internetinum, mugu tryggja sær, at veruligar fyritøkur standa aftan fyri heimasíðurnar, haðani keypt verður, sigur Bergleif Brimvík.










