Fleiri mál eftir horna

Fótbóltur: Lorvíkingar mundu lorkað leiðsluna burtur

2. deild menn:

LÍF-HB 5-3 (4-1)


Hornasprøkini royndust væl, tá LÍF og HB dystaðust í Lorvík leygardagin. Fleiri av málunum komu eftir hornasparksstøður, og samanlagt var tað heimaliðið, sum fekk meira burtur úr.

Serliga í fyrra hálvleiki var LÍF omaná, og teir vóru eisini til hálvleik við eini trýmáls leiðslu í skjáttuni, men tá HB skoraði tvær ferðir beinanvegin eftir steðgin, kom eitt sindur av spenningi í aftur, men LÍF kláraði at vinna.

Longu eftir tríggjar minuttir legði Kristian í Vági LÍF fram um, tá hann fekk skot á eftir horna. Bólturin kom út frá, og so smekkaði miðvallarin til.

Bárður Mortansson, sum hevur verið nógv við á 1. liði hjá HB í ár, javnaði eftir góðar 20 minuttir. Verjuspælari hjá LÍF fór skeivur av einum longum bólti, og so sló skjóti álopsspælarin til.

Seinasta korterið av fyrra hálvleiki sat LÍF rættiliga á dystinum, og teir skoraðu tríggjar ferðir. Fyrst var tað toppskjúttin hjá liðnum, Mirek Gil, sum eftir enn eitt horna sendi bóltin í málið, og eftir at Erik Lervig hevði stútað ein hornasparksbólt í kassan, var Mirek aftur upp á spæl. LÍF?ari tveitti innkast til hann, og hóast tríggir verjumenn vóru um hann, fekk hann vent sær og skotið, og bólturin streyk í málið.

Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki hevði HB minkað tvær ferðir um munin. Fyrst gjørdu LÍF?arnir sjálvmál, tá ein bóltur eftir hornaspark rakti ein LÍF?ara og endaði í málinum. Og tá Anfinn Hansen skoraði til 4-3, fingu havnamenninir blóð á tánnina. Teir stríddust fyri at javna, men tá álopsveteranurin Kristian á Reynatrøð skoraði til 5-3 fall avgerðin í dystinum.Málið hjá Kristiani kom, eftir at Jonhard Høgnesen streyk avstað í síðuni og spældi upp á tvørs til Kristian, sum so avgreiddi seinasta part av uppgávuni.

LÍF, sum hevði stýrt hendingunum í fyrra hálvleiki, kom sær í vanda í 2. hálvleiki, men teir kláraðu at halda fast um leiðsluna og so at avgera við teirra fimta málið í dystinum.

Lorvíkingar hava seks stig upp til FS Vágar á fremsta plássinum, men teir spæla fyri at vinna deildina, og enn eru seks dystir eftir at spæla.