Fleiri møguleikar á Kambsdali

- Enn hava vit ikki avgjørt, hvat vit fara at brúka bygningin til, men møguleikarnir eru fleiri, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafjarðar kommunu

Kambsdalur

Í samband við, at Havnar Timburhandil byggir nýggjan timburhandil á Kambsdali, hevur Fuglafjarða kommuna yvirtikið verandi timburhandil, sum havnamenn eiga á Kambsdali. Bygningurin er fyrrverandi Snikkaravirkið, sum Havnar Timburhandil í sínari tíð keypti. Í fyrstani helt snikkaravirksemi fram, men skjótt varð lagt á annan bógv, soleiðis at hetta gjørdist ein timburhandil við sølubúð.
Virksemið hjá Havnar Timburhandli á Kambsdali fer at halda fram í gamla bygninginum, til nýggi timburhandilin stendur liðugur og verður tikin í nýtslu.
Síðan Fuglafjarðar kommuna yvirtók bygningin, hevur Havnar Timburhandil leigað hølini frá kommununi.
Hvat hendir við snikkaravirkinum á Kambsdali, tá ið timburhandilin flytir út, er ikki endaliga avgjørt enn.

Meginbókasavn

Sigurd Simonsen, bygdaráðsformaður í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at kommunan enn ikki hevur gjørt av, hvat bygningurin skal nýtast til, men møguleikarnir og tankarnir um nýtslu eru fleiri.
- Hetta er ein góður og sterkur bygningur, sum er 850 fermetrar stórur, so greitt er, at hann verður ikki tikin niður.
Sigurd sigur, at eitt nú hevur verið frammi at nýta bygningin til meginbókasavn sambært lógini um bókasøvn.
- Hetta var aktuelt, tá ið Annlis sat í landsstýrinum við mentamálum. Vit høvdu positivar fundir við hana, og málið var komið rættiliga langt. Tá ið hon fór frá sum landsstýrismaður, kom stígur í.
Sigurd sigur, at í Suðuroy er eitt slíkt meginbókasavn, sum er knýtt at miðnámsskúlanum.
Hann sigur, at sambært lógini, skulu tvey slík bókasøvn verða í Eysturoy, og tí hevði tað verið náttúrligt, at annað av hesum lá uppat skúlaumhvørvinum á Kambsdali.
Í lógini um bókasøvn, er talan um fólkabókasøvn, skúlabókasøvn og meginbókasøvn.
Sigurd sigur, at eitt meginbókasavn verður høvuðsbókasavn fyri øll hini bókasøvnini í økinum.
- Vit hava nú biðið um fund við Jógvan á Lakjuni, sum í dag er mentamálaráðharri, og vit vóna, at gongd fer at koma á aftur málið, sigur hann.

Skúlaheim

Býráðsformaður í Fuglafjarðar kommunu sigur, at annað, sum hevur verið uppá tal við snikkaravirkinum á Kambsdali, er, at umbyggja bygningin til skúlaheim ? ella heim til gomul.
Hann vísir á, at ein kanning, sum er gjørd millum næmingarnar á Kambsdali, vísir, at ein triðingur av næmingunum kundu hugsað sær at búð uppat skúlanum.
Sigurd sigur, at Fuglafjarðar kommuna í fyrstu syfti kundi hugsað sær eitt næmingaheim á Kambsdali til einar 40 næmingar.
- Vit hava havt ein sakførara at kanna, hvør skal eiga ein slíkan bygning, og niðurstøðan er, at bæði skúlarnir og kommunan eiga at standa aftanfyri eitt slíkt átak, sigur býráðsformaður í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen.
Sum skilst, fer kommunan undir øllum umstøðum at arbeiða við einum skúlaheimi á Kambsdali, og er henda ætlan ikki treytað av, at snikkaravirkið verður tøkt til endamálið.