Fleiri lurta eftir Rás2

Skulu vit trúgva at­kvøð­u­greiðsl­uni Puls­i­num á Port­al­i­num, so hevur Rás2 fleiri lurt­­ar­ar enn útvarpið hjá Kring­­varp­­­inum.

Pulsurin er ein sokallað Quick­­Poll kanning, har fólk í hes­­um føri verða spurd, hvørji av teim­um trimum før­oysku út­varps­rásunum, tey hava lur­t­að eftir í summ­ar.
Tá svarað varð 2.179 verð­ir var støðan hendan:

Kringvarpið 45%
Rás2 47%
Lindin 8%

Slíkar kanningar skulu sjálv­andi altíð takast við øllum fyrivarnum. Men kortini vísir hendan kann­ing­in, at munurin millum priv­atu Rás2 og almenna Kring­varp­ið, sum bæði krevur skatt inn og soleiðis við skattapengum í rygginum kappast við priv­atu miðlarnar um hand­ils­lýs­ing­ar, als ikki stendur mát við tann munin, sum er í kostnaðinum av at reka ú­t­varps­støð­irnar.