Ein uppgerð hjá felagsskapinum Tíðindafólk uttan landamark vísir, at ágangurin ímóti tíðindafólkum vaks nógv í fjør samanborið við árið fyri.
Sagt verður, at 25 tíðindafólk vórðu myrd í 2002, og at talið á teimum, sum vórðu hótt ella álopin, vaks nógv. Uppgerðin vísir eisini, at 40 prosent fleiri tíðindafólk vórðu sett í fongsul í fjør enn í 2001. Í nógvum londum hava myndugleikarnir nýtt bardagan ímóti yvirgangi sum eina umbering fyri at kúga andstøðuna og tey, sum annars verða roknað sum óheft, stendur í uppgerðini.
Sambært felagsskapinum vórðu 700 tíðindafólk sett í fongsul í 2002, og 127 teirra sita framvegis í fongsli. Minst 1240 tíðindafólk vórðu álopin, hótt ella burturflutt. Tølini í ár verða neyvan stórt betur, sigur felagsskapurin og vísir á, at higartil í ár hava 14 tíðindafólk latið lív, harav tíggju í krígnum í Irak.