Menn hjá Taliban hava lopið á fleiri mál í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag. Løgreglan sigur, at nakrir menn royndu at sleppa inn í tjóðartingið, men at teir vórðu riknir aftur.
Samstundis ljóðar, at fleiri bumbuspreingingar hava verið í tí býarpartinum, har tær útlendsku sendistovurnar eru. Ein granat hevur rakt ta russisku sendistovuna, og roykur kundi bent á, at eldur er í teirri týsku sendistovuni.
Reuters skrivar, at álopsmenninir hava skotið eina rakett eftir einum hotelli, og at tjúkkur roykur kemur upp úr bygninginum. Hotellið er tætt við forsetaborgina og ta iransku sendistovuna.
Ein talsmaður fyri Taliban sigur, at álopið er vent ímóti NATO, bretum og týskarum.
Afghanski stjórnarherurin hevur ábyrgdina av trygdini í høvuðsstaðnum.










