Minst 11 fólk doyðu, og 34 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina á einum parkeringsplássi uttan fyri eina løgreglustøð í irakska høvuðsstaðnum Bagdad í morgun. Fýra av teimum, sum doyðu, vóru løgreglumenn.
Álopið er tað ringasta, síðani amerikanski herurin tók sínar hermenn úr Irak í síðstu og lat iraksku myndugleikunum ábyrgdina av trygdini í landinum. Nú eru minni enn 50.000 amerikanskir hermenn í Irak, men teirra einasta uppgáva er at venja irakska herin.
Ein atsókn var eisini í býnum Kirkuk har norðuri í Irak í morgun. Eisini her var løgreglan álopsmálið, og tveir løgreglumenn lógu eftirá. Annar doyði av einari bilbumbu, og hin doyði, tá ókendir menn skutu hann.