Fleiri lond styðja yvirgang í Sýrialandi

Sýriski uttanríkisráðharrin, Wahid Moallem, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann fekk orðið á ST-aðalfundinum seinnapartin í gjár.

-Frakland, USA, Qatar, Saudiarabia og Turkaland styðja yvirgang í Sýrialandi við at lata uppreistrarmonnunum pengar, vápn og útlendskar stríðsmenn, segði Moallem (myndin). Hann segði, at tað er ikki bara tann sýriska leiðslan, sum hevur ábyrgdina av at fáa frið í lag, men eisini tey londini, sum útvega uppreistrarmonnunum vápn.

Sýriski uttanríkisráðharrin gjørdi greitt, at útlendska kravið um, at Bashar al-Assad skal fara frá sum forseti, er uppílegging í innanhýsis viðurskiftini í Sýrialandi,

Wahid Moallem legði afturat, at leiðslan í Sýrialandi væntar, at stríðið kann fáa eina politiska loysn, og at møguleikar eru fyri orðaskifti um eina kós fram ímóti einari meiri demokratiskari stýrisskipan.