Í næsta mánað fara fleiri evropeisk lond at senda herskip til Somalia at steðga sjórænarunum har ES hevur í dag gjørt av at senda herskip til havleiðirnar úti fyri Somalia, har sjórænarar hava rænt fleiri skip teir seinastu dagarnar.
Franski verjumálaráðharrin, Herve Morin, sigur, at fimm ella seks herskip skulu hava eftirlit við havleiðunum úti fyri Adenvíkini.
Umframt ES-londini Frakland, Týskland, Spania, Grikkaland, Portugal og Svøríki fer Noreg at senda herskip til leiðirnar úti fyri Somalia, skrivar AFP.