Fleiri lond minni kreditvirði

Tað er ikki bara Frakland, sum sambært amerikanska metingarfelagnum Standard & Poor's hevur mist kreditvirði. Felagið kunngjørdi í kvøld, at Eysturríki fær somu lækking sum Frakland. Tað vil siga, at kreditvirðið minkar úr bestu metingini AAA til ta næstbestu AA+-

Samstundis fáa tey kreppuraktu Spania, Italia og Portugal ein frammaná afturat. Spanska metingin minkar úr AA til A, tann italska úr A til BBB+, og kreditvirðið hjá Portugal minkar tvey stig og er nú BB. Írland, sum eisini er í svárari kreppu, varðveitir sína meting, sum er BBB+.

Greinarar siga, at avgerðin hjá S&P at geva Italia minni kreditvirði er eitt bakkast fyri landsins nýggja leiðara, Mario Monti.