Fleiri lond eru givin at brúka eitt slag av koppingarevni

Nú skal kannast um samanband er ímillum eitt ávíst koppingarevnið og at fólk hava fingið blóðpropp – men hetta koppingarevnið er ikki brúkt í Føroyum

 

Bæði í Danmark, og í fleiri øðrum londum, eru tey fyribils givin at brúka koppingarevnið frá Astrazeneca. Tað kemur í kjalarvørrinum á, at fleiri dømi eru um, at fólk hava fingið blóðpropp stutt eftir, at tey eru koppsett við hesum koppingarevninum.

Men um tað er nakað samanband ímillum hetta ávísa koppingarevnið og blóðpropparnar, er óvist, men tað er tað, sum nú skal kannast.

Og fyri at binda um heilan fingur, hava tey gjørt av at gevast at brúka koppingarevnið frá Astrazeneca, fyribils í tvær vikur, men um tað so verður longt, veldst um, hvussu tað gongur við kanningunu,

Í Danmark merkir hetta, at øll koppsetingarætlanin kemur í drag, so fyribils vænta tey ikki, at tað verður fyrrenn

Á sjúkrahúsverkinum í Føroyum verður upplýst, at hetta koppingarevnið frá Astrazeneca, er ikki brúkt í Føroyum, og heldur ikki sendingin, sum kom í gjárkvøldið, er av hesum slagnum.

Sostatt eru eingir føroyingar koppsettir við tí. Vit hava roynt at fáa fatur á landsapotekaranum fyri at vita um hetta fær ávirkan á koppsetingarætlanina annars, men hann hevur ikki verið at hitta.