Fleiri lond boðsenda russisk sendifólk eftir deyða Navalnyjs

Bæði Svøríki, Finnland, Týskland, Spana og Litava hava boðsend russisku sendifólkum

 

Svøríki og Finnland hava boðsent sendifólkum Russlands í kjalarvørrinum av deyða Aleksej Navalnyj.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Aleksej Navalnyj var andstøðuleiðari í Russlandi. Hann doyði sambært russisku fongsulsmyndugleikunum fríggjadagin í fangalegu.

Finnland hevur boðsent sendiharranum »fyri at leggja dent á, at Russland hevur ábyrgdina (fyri deyða Navalnyjs, red.) og fyri at krevja greiða og gjøgnumskygda kanning«. Tað skrivar finska uttanríkisráðið á X.

Finnland og Russland hava landamark sínamillum á 1300 kilometrar.

Í Svøríki mælir Tobias Billstrøm, uttanríkisráðharri, ES til at umhugsa fleiri tiltøk ímóti Russlandi.

– ES má handla ímóti politiskari kúgan í Russlandi. Tað er serliga týdningarmikið, eftir at Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fangaskapi 16. februar, sigur hann sambært svenska kringvarpinum SVT.

Eisini Týskland, Litava og Spania hava boðsent russisku sendifólkunum. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Ritzau roynir at fáa svara frá danska Uttanríkisráðnum, um danska stjórnin eisini ætlar at gera okkurt líknandi.

/ritzau/