Tøl hjá danska heilsustýrinum vísa, at altsamt færri kvinnur frá lívmóðurhálskrabba. Tilburðirnir eru fækkaðir heilt nógv síðani tíðliga í nítiárunum, og tað er kanningartilboðnum fyri at takka, sigur heilsustýrið.
Bróstkrabbi er tann mest vanliga krabbasjúkan hjá kvinnum, men hagtølini fyri árini frá 2000 til 2007 vísa, at altsamt fleiri kvinnur liva við sjúkuni.
Umframt bróstkrabba og lívmóðurhálskrabba er krabbamein í sjálvari lívmóðurini ein rættiliga vanlig sjúka hjá donskum kvinnum, sigur heilsustýrið.










