Fleiri línuskip landa seinni í vikuni

Fiskamarknaður Føroya skrivar í metingini fyri næstu vikuna, at fimm línuskip eru undir Føroyum, tvey eru á rygginum, fýra eru undir Íslandi og so er eitt á Flemish Kap.

 

– Eitt línuskip undan Føroyum og eitt undan Íslandi koma at landa mánadagin. Teir hava mest tosk, brosmu, longu og blálongu. Seinni í vikuni koma helst fleiri línuskip at landa, bæði undan Íslandi, undan Føroyum og av rygginum. Tað verður ein blandingur av toski, brosmu, longu, blálongu og svartkalvi, skrivar Fiskamarknaðurin.

 

Streymurin verður góður og veðrið verður eisini gott, so tey á Fiskamarknaðinum vnæta, at helst verður nakað av útróðri.

 

– Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynir eftir kalva. 

 

Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar ein blanding av svartkalva, kongafiski, blálongu og upsa og landar helst síðst í vikuni. Tveir eru sunnanfyri, men um teir landa í vikuni, er meira ivasamt, verður sagt.

 

Nú eru teir flestu partrolararnir farnar at fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður. Eitt par fiskar gulllaks og eitt fiskar makrel.

 

Allir trolbátarnir liggja inni, og fara neyvan út í vikuni, væntar Fiskamarkanðurin.

Men eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskaríið er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð, skrivar Fiskamarknaður Føroya í meting síni fyri næstu vikuna.