Fleiri línuskip landa í næstu viku

Um útlitini hjá Fiskamarknaði Føroya halda, koma fleiri línuskip inn at landa í næstu viku.

- Vit vænta nógvan línufisk í vikuni sum kemur. Helst koma tvey línuskip inn at landa mánadagin, eitt undan Íslandi og eitt, sum hevur fiskað undir Føroyum.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at línuskipið undan Íslandi hevur eina blanding av toski, brosmu og longu og helst nakað av hýsu - og skipið undan Føroyum hevur mest av toski og hýsu.

 

- Seinni í vikuni koma fleiri línuskip inn at landa. Tað verður mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Nakað verður eisini av svartkalva og blálongu frá skipum av Íslandsrygginum, sigur marknaðurin. 

 

Streymurin verður góður alla vikuna, og um verðurforsøgnin passar, væntar Fiskamarknaður Føroya nakað av útróðri í vikuni.

 

- Útróðrarbátarnir fáa so at siga bara tosk og hýsu, sigur markaðurin.