Fýra línuskip eru undir Íslandi. Tey fiska mest longu, tosk og hýsu. Skipini fáa eisini nakað av kongafiski.
Sambært Fiskamarknaði Føroya landa øll hesi fýra skipini mánadagin.
Trý línuskip eru eisini undir Íslandi sum frysta umborð. Møguliga landar okkurt teirra í vikuni.
- Haraftrat fiskar eitt línuskip á djúpum eystan fyri og fær svartkalva og eitt línuskip er vestan fyri og fiskar tosk og hýsu. Bæði hesi skipini landa mánadagin.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, og veðrið verður gott.
- So, vónandi verður nakað av útróðri, leggur marknaðurin aftrat.









