Fleiri línuskip landa í morgin

Veðurútlitini eru vánalig, og tí er væntandi, at flestu skip, sum royna undir Føroyum, stevna til lands.

Fleiri línuskip koma inn at landa í morgin, og tey hava mest av toski og hýsu.

 

Eitt línuskip er undir Íslandi. Tað er Sandshavið, sum væntandi landar miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

Á Rygginum roynir eisini eitt línuskip, sum helst eisini kemur inn at landa í morgin.

 

Veðurútlitini eru vánalig, og tí er væntandi, at flestu skip, sum royna undir Føroyum, stevna til lands.

 

Streymurin í vikuni, sum kemur, verður hampiligur, men væntandi er, at veðrið verður skiftandi.

 

- Vit vænta tí ikki nógvan útróður teir næstu dagarnar, sigur Fiskamarknaður Føroya.