- Fimm línuskip eru undir Íslandi, tvey sum frysta og trý sum ísa. Eitt kemur inn at landa fyrst í vikuni. Hini landa ikki fyrr enn eftir páskir.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at skipini, sum fiska undir Íslandi, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av kongafiski og upsa.
Fleiri línuskip fiska eisini undir Føroyum í løtuni. Tey fáa mest av toski og hýsu. Eini 2-3 onnur línuskip undir Føroyum eru á djúpum og fáa mest av brosmu og longu.
- Okkurt línuskip landar fyrst í vikuni, men fleiri landa eftir páskir.
Útlitini til útróður eru góð í løtuni.
- Bæði streymur og veður eru til vildar, so vit vænta nakað av útróðri. Í løtuni fáa útróðrarbátarnir at kalla bara tosk, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.