- Eitt línuskip er við Eysturgrønland og frystir veiðina umborð. Eitt er við Ísland, og hetta skipið landar helst miðskeiðis í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at fimm línuskip eru á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Hesi skipini koma væntandi inn at landa síðst í næstu vku.
- Fýra línuskip eru eisini á føroyska landgrunninum. Tey fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin, og hini landa helst miðskeiðis í næstu viku.
Útlitini til útróður í næstu viku eru ivasom.
- Streymurin verður ikki av tí besta, og veðrið verður óstøðugt. Tí vænta vit ikki so nógvan útróður. Tó verður roknað við, at onkur útróðrardagur verður.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll veiðan hjá útróðrarbátunum í løtuni er toskur og hýsa.










