Fleiri línuskip koma inn at landa

Streymurin harðnar síðst í næstu viku, men veðurforsagnirnar eru góðar.

- Fimm línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi, fýra eru á ísfiskaveiði, og tað fimmta frystir veiðina umborð.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trý av hesum skipum koma heim at landa í næstu viku, og fjórða skipið kemur helst í aðru vku. Skipini, sum fiska í íslendskum sjógvi fáa eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.

 

Eitt línuskip fiskar á Íslandrygginum, men ivasamt er, um skipið kemur inn at landa í næstu viki. Haraftrat eru trý línuskip undir Føroyum, og tey koma øll inn at landa í næstu viku.

 

Skipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av tosk, hýsu og svartkalva. Eitt frystilínuskip er eisini í Eysturgrønlandi og eitt er undir Føroyum.

 

Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðurforsagnirnar eru góðar.

 

- Tí kann roknast við, at nakað verður av útróði, serliga fyrst í vikuni. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og eitt sløð av hvítingi, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.