Í Noregi er oljuídnaðurin ovurfegin um, at stjórnin hevur gjørt av at bjóða fleiri nýggj øki í Barentshavinum og Noregshavinum út til olju- og gassleiting. Í Barentshavinum er talan um 20 øki eystan fyri Goliat-økið, og í Noregshavinum er talan um 43 økir.
Norsku umhvørvisverndarfelagsskapirnir eru sera misnøgdir við avgerðina hjá stjórnini at víðka leitiøkið.
Norges Naturvernforbund vísir á, at avgerðin loyvir oljuvirksemi á leiðum, sum hava stóran týdning fyri fiskivinnuna, og um umhvørvismyndugleikarnir hjá stjórnini hava fyrr mælt frá oljuvirksemi á hesum leiðunum.










