Hans Albert Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
???
Bíðilistin við fólkum, ið ynskja sær leigutraðir er langur, og hetta má nakað gerast við nú!
Nógvum føroyingum dáma væl at fáast við jarðarbrúk, seyðahald og líknandi. Hesi ítriv, sum eru ein partur av okkara mentan, hava ring kor í høvuðstaðarøkinum, tí útbyggingin av Havnini gevur lítið rúm fyri hesum. Havnar kommuna eigur sum skjótast at finna økir í kommununi, ið kunnu leggjast út sum leigutraðir og smærri urtagarðsøkir, har fólk kunnu hava nakrar gæs og dunnur gangandi ella kanska velta sær nøkur epli. . Hetta kann verða eitt andarhol í tí annars so strongda gerandisdagnum hjá fólki umframt eisini eitt kærkomið ítriv hjá eldri fólki. Somuleiðis tryggja vit eina vakra og fjøltáttaða kommunu við nógvum grønum blettum. ? Fái eg tína atkvøðu, ert tú eisini komin nærri hesum máli.