Fleiri leiga hýruvogn undir verkfallinum

Nú meðan verkfallið hevur staðið við, og lítið og einki brennievni hevur verið at fingið, hava hýruvognarnir havt nógv at gera. Men brennievni hevur í fleiri førum verið dýrt og trupult at fáa hendur á

Um hesa árstíðina er ofta verkfall. Onnur ár, tá strandfarskipini ikki hava siglt, hava teir, sum eiga smáar útróðrar- og stuttleikabátar, siglt við ferðafólki, posti og frakt millum oyggjarnar. Hetta hevur givið teimum møguleika fyri eini eyka inntøku. Hesaferð er tað nakað annarleiðis, strandfarskipini hava siglt, meðan ferðslan á landið hevur havt tað meira trupult. Tað, at lítið av bensini og dieselolju hevur verið at fingið, hevur havt við sær, at fólk hava verið noydd at seta privatbilin og leiga sær ein hýruvogn. Ikki allir hýruvognsførarar í Havn hava havt so lætt við at skaffa sær brennievni. Á bilstøðini Auto hava teir egna bensinsølu, sum teir einans hava brúkt til sínar egnu hýruvognar undir verkfallinum, so leingi tað hevur vart. Aðrir hýruvognsførarar hava verið á Sandoynni og bunkrað. Tað er dýrt brennievni íroknað ferðaseðilin við strandfaraskipinum. Eisini hava teir ligið fram við, tá bensin og olja hava verið at fingið í Kollafirði ella í Vestmanna.
So hvørt sum privatbilarnir blivu færri á gøtunum, vaks koyringin hjá hýruvognunum. Tá býbussarnir góvust í farnu viku, bleiv eftirspurningur eftir hýruvognum størri.
Hýruvognarnir í Havn hava ymiskar uppgávur at røkja sum t.d. koyring við blóðdonorum fyri Landssjúkrahúsið og koyring fyri Lágargarð.