LANDSLIÐIÐ
Í annaðkvøld lættir landsliðið úr Vágum við kós ímóti Glasgow, har næstsíðsta uppgerðin í hesum EM undankappingar umfarinum verður á skránni leygardagin. Atlantsflog skal undan leygardegnum flyta nógvar føroyingar til Glasgow. Teir, sum skulu stríðast á vøllinum, vera teir fyrstu avstað, og so skulu teir næstu dagarnar fyrireika seg undir venjing, hvíla seg og sinniliga tuna seg inn á stóru avbjóðingina.
Føroyar hava framvegis fyrsta stigið til góða á skotskari jørð. Men tað var tætt við fyri fimm árum síðani. Ta ferðina vann Skotland 2?1 í Aberdeen. John Petersen skoraði føroyska málið upp á brotsspark, eftir at Todi Jónsson varð feldur. Bæði tey skotsku málini vóru óheppin. Í øðrum førinum snýtti skotið Jákup Mikkelsen, tí bólturin tók í beinið á Jens Kristiani Hansen, og í hinum førinum vóru føroysku spælararnir meiri ella minni givnir at spæla, tí tað í sambandi við innkast frammarlaga í skotsku vinstru síðuni vóru tveir bóltar á vøllinum.
At Føroyar ikki skulu avskrivast ímóti Skotlandi, varð staðfest fyri einum ári síðani, tá ið Skotland var á Svangaskarði. John Petersen legði Føroyar á odda bæði 1?0 og 2?0, og hann hevði gyltan møguleika at økja til 3?0, áðrenn Skotland tvær ferðir svaraði aftur og javnaði til 2?2. Um Føroyar vóru komnar framum 3?0 man lítil ivi vera um, at tað hevði eydnast at vinna, og so hevði Berti Vogts neyvan staðið við róðrið, tá ið Skotland leygardagin fer at taka ímóti Føroyum á Hampden Park í Glasgow. Síðani ferðini í Føroyum hevur hilnast so mikið væl hjá Skotlandi, at teir framvegis hava møguleika at sleppa upp í part í endaspælinum í Portugal næsta summar.
Fleiri av vøllinum
Tríggir landsliðssspælarar vóru ikki í eldinum fyrrenn í gjárkvøldið. Talan var um Jens Martin Knudsen og Helga L. Petersen, sum við NSÍ skuldu spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, og um Julian Johnsson, sum í gjárkvøldið skuldi spæla við ÍA á útivølli í Reykjavík ímóti Fylkir.
Tá ið B68 vann 2?0 í Miðvági, vísti Fróði Benjaminsen, sum var leikbannaður, tá ið Føroyar á heimavølli taptu 2?1 ímóti Íslandi, stórspæl. Bæði í verjukenda leiklutinum og í framrættaða spælinum var hann rættuliga sannførandi. Jann Ingi Petersen stríddist væl, og hann skoraði 2?0 málið eftir framspæl frá ? Fróða Benjaminsen.
Tveir aðrir landsliðsspælarar vóru á vøllinum í Miðvági, har Jógvan Martin Olsen var millum áskoðararnar. Tað hevði hann møguleika fyri, tí NSÍ ikki spældi fyrrenn í gjárkvøldið.
Felags fyri bæði Hans Fróða Hansen og Jóhannus Joensen var, at teir í 2. hálvleiki noyddust at taka seg av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Í báðum førinum var talan um liðbandsskaða í knænum. Sum vit hava skilt tað, so er í báðum førunum talan um so mikið smáar snuddir, at spælararnir fara at koma fyri seg undan uppgerðini leygardagin.
Hans Fróði varð skaddur í samanbresti við viðspælara longu í 2. minutti. Hann var uttanfyri eina løtu, men so kom hann aftur á vøllin og treiskaðist í ein tíma.
? Talan var um sera óhepna støðu, har Kristian Anton Andreasen, sum elti mótstøðumann, datt omanyvir beinið hjá mær. Pínan í knænum var nógv, men eftir viðgerð royndi eg at treiskast. Hugurin at fara út var lítil, nú tað gongst so væl hjá okkum. Eg havi verið hjá fysioterapeuti í morgun og skal aftur fáa viðgerð seinni í dag. Tað tykist sum um pínan er minni nú, segði Hans Fróði Hansen á middegi í gjár.
So tú ætlar tær ikki at geva avboð til landsliðið?
? Tað vóni eg sanniliga ikki verður neyðugt. Eg eri sera uppsettur at fylgja møguleikanum, sum eg aftur havi fingið at vera á landsliðnum. Dystuirn verður ikki fyrrenn leygardagin, og tá rokni eg heilt víst við at vera tøkur. Á landsliðnum er eisini møguleiki støðugt at fáa viðgerð frá góðum fysioterapeutum, sigur Hans Fróði Hansen, sum sigur seg hava skilt, at Jóhannus Joensen eisini tykist koma fyri seg so mikið skjótt, at hann ikki nýtist at geva avboð til Skotlands ferðina.
John og Jákup fingu úrtøku
Stóri trupulleikin á landsliðnum hevur seinastu ferðirnar verið at spæla seg til møguleikar og at fáa mál. Helgi L. Petersen fekk ikki møguleikan fyrrenn í gjárkvøldið. Hjá Jákupi á Borg og John Petersen gekk væl í Klaksvík. Báðir megnaðu teir at skapa sær sjálvum møguleika og at fáa fulla úrtøku burturúr.
Í Gundadali hilnaðist tað ikki væl hjá Andrew av Fløtum, sum var komin aftur eftir leikbann í Gøtu. Andrew, Rógvi Jacobsen, sum var miðframherji, og hinir HB spælararnir megnaðu ikki at fáa mál burturúr stóru leikligu yvirvágini ímóti VB.
Nýggja navnið í landsliðshópinum, Christian Lamhauge Holst, var við Lyngby í donsku 2. deildini í Brabrand, har úrslitið varð 2?2. Christian fekk einki mál hesa ferð.









