Tey, sum ikki hava sæð nóg mikið av landsliðsfótbólti um vikuskiftið, hava aftur ein møguleika í kvøld og í annaðkvøld.
Í kvøld verða nevniliga níggju dystir í EM-undankappingini spældir. Talan er dystir í bólkunum C, E og G.
Eitt nú skulu Spania, Ongland og Svøríki spæla sínar fyrstu dystir í hesi EM-undankappingini í kvøld.
Dysturin ímillum Russland og Liktinstein byrjaði longu kl.17.00, men annars byrja allir hinir dystirnir kl.19.45. Teir eru hesir:
Bólkur C:
Luksemburg – Hvítarussland
Spania – Makedonia
Ukreina – Slovakia
Bólkur E:
Estland – Slovenia
San Marino – Litava
Sveis – England
Bólkur G:
Eysturríki – Svøríki
Montenegro – Moldova










