Í dag landar Tummas T umleið 1600 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, og tá teir eru lidnir at landa Tummas T, verða tey umleið 2400 tonsini, sum Jupiter hevur, løgd upp.
Seinastu dagarnar hava fleiri skip landað svartkjaft í Fuglafirði, og soleiðis hevur verið yvir eina longri tíð. Alt bendir á, at hetta verður eitt av teimum góðu árunum hjá Havsbrún, hvat ráfiski viðvíkur.
Onnur skip, sum seinastu dagarnar hava landað svartkjaft í Fuglafirði, eru Høgaberg við 2000 tonsum, Tasiilaq 750, Fagraberg 2600, Borgarin 2500, og seinasta leygardag landaði Hoyvík umleið 800 tons.