Fleiri landingar og nógvur útróður

Hesa vikuna hevur Landingarmiðstøðin í Sørvági landað fleiri skip og ein hóp av bátum, sum royna við snellu. Í vikuni hevur onkur útróðrarbátur fingið heilt væl av fiski. Í dag landar línuskipið Venus, sum hendan túrin hevur verið undir Íslandi. Teir hava umleið 125.000 pund, harav góð 50.000 pund er blálonga og 40.000 pund er brosma.

Vesturleiki var í gjár við 140.000 pundum av upsa. Vesturleiki partrolar saman við Sjagakletti, sum landaði í Hvalba.

Garnaskipið Drelnes landaði eisini í Sørvági í gjár. Teir høvdu eini 20.000 pund av havtasku og eini 3.000 pund av øðrum fiskasløgum. Drelnes hevur bara roynt í einar fýra dagar, so hetta er ein góður túrur hjá teimum.

Týsdagin landaði Vesturtúgvan 80.000 pund. Teir partrola saman við Grønanesi, sum landaði í Vestmanna.

Úr Sørvági verður sagt, at rættiliga nógvur snelluútróður hevur verið hesa vikuna, og upp í einir 20 bátar og fleiri hava avreitt í Sørvági um dagin, tá talið av bátum hevur verið størst.

Og útróðrarbátarnir, sum royna vestanfyri, hava borið við fisk.

Ein eldri maður, sum er einsamallur á báti, fekk soleiðis heili 1800 pund tveir fylgjandi dagar í vikuni.

Aftur í dag eru nógvir bátar á útróðri, og á Landingarmiðstøðini í Sørvági vænta tey fleiri landingar aftrat í dag og í morgin.