Væntandi koma fimm partrolarapør inn at landa í næstu viku. Skipini hava mest av upsa, men eisini nakað av toski og hýsu. Trý partrolarapør eru farin at fiska gulllaks.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein fiskar blálongu, ein stinglaks og blálongu - og tveir fiska svartkalva.
- Allir trolbátarnir eru norðan fyri og hava góðan fiskiskap. Festu koma inn at landa fyrst í næstu viku, og onkur landar seinni í vikuni. Tað er stórt sæð bara toskur, sum trolbátarnir fáa.
Lagt verður aftrat, at fýra garnaskip, sum fiska svartkalva, koma inn at landa í næstu viku og skipini, sum royna eftir svartkalva, hava hampiligan fiskiskap.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur eisini hampiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.