Fleiri lærarar til teir yngstu næmingarnar

Í hesum døgum fáa skúlarnir at vita, hvussu nógvar tímar teir hava at ráða yvir, tá ið eitt nýtt skúlaár byrjar í august 2009

- Mentamálaráðið hevur játtað væl fleri læraratímar til skúlar, sum hava nógvar næmingar í 1. og 2. flokki. Hetta merkir, at flokkarnir part av tíðini kunnu hava tveir lærarar, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at munandi fleiri tímar eru játtaðir til vanligu serundirvísingina, umframt at skúlarnir nú eisini fáa umstøður til at skipa smærri bólkar partar av skúlatíðini. Hetta kann koma bæði teimum veiku og teimum stinnu næmingunum til góðar.

Eftirútbúgving av lærarum er somuleiðis raðfest hægri. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika eina nýggja serlæraraútbúgving á Føroya Læraraskúla, og lesivegleiðaraútbúgvingin, sum byrjaði í august 2008, heldur fram. Fíggjarligt rúm er gjørt fyri, at farast kann undir at geva lærarum møguleika til at luttaka í linjugreinalestri á Føroya Læraraskúla.

Samanumtikið kann sigast, at alt hetta eru tiltøk, sum skúlarnir hava ynskt í mong ár, og sum fara at koma næmingunum í fólkaskúlanum til góðar.