Fiskivinna
Nógv skip eru seld seinastu tíðina, og ikki minst er talan um línuskip.
Um ársskiftið skifti Morgunstjørnan eigara, og herfyri skiftu bæði Grani og Fugltúgvan eigara.
Herfyri ljóðaði eisini, at teir, sum eiga línuskipið Núp í Klaksvík, eisini umhugsa at selja.
Reiðarin, Erling Petersen, sigur, at átta partaeigarar eru í Núpi, sum felagið, P/F S.J.G., eigur.
Fleiri spyrja
- Nú tað hevur ljóðað, at vit umhugsa at selja partabrøvini, hava fleiri áhugaðir keyparar vent sær til okkara.
Reiðarin sigur, at enn hava partaeigararnir ikki tikið nakra endaliga støðu til sølu, men hann vísir á, at tað kann hugsast, at ein avtala kemur upp á pláss seinni í hesi vikuni.
Erling sigur, at teir, sum eiga skipið, ikki hava lýst tað til sølu alment, og hann dylur ikki, at eigararnir við eini møguligari sølu helst vildu sæð, at skipið framhaldandi verður verandi í Norðoyggjum.
Felagið, P/F S.J.G. er stovnað í 1992.
Einar 14 miljónir
Tey línuskip, sum seld eru seinastu tíðina, hava ligið um einar 13-14 miljónir krónur, og sum skilst á teimum, sum eiga Núp, vænta teir, at prísurin fyri skipið fer at liggja um hesa leiðina.
- Men enn kann eg sum nevnt einki siga um, hvussu verður, tí enn er einki avgjørt, sigur reiðarin, Erling Petersen