Fleiri línuskip koma inn at landa týsdagin

- Vit vænta fleiri línuskip inn at landa týsdagin, bæði undan Føroyum og undan Íslandi. Skipini hava mest av brosmu, longu og toski. Seinni í vikuni vænta vit eisini nakað av línufiski, men ikki so nógv sum týsdagin. Tað verður eisini mest av brosmu, longu og toski.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.

Lagt verður aftrat, at sera lítil útróður er um dagarnar, og bátarnir fiska fyri tað mesta við kalvalínu. Streymur og veður verða brúkiligt í næstu viku, so tað verða helst nakrir bátar, sum fara til útróðrar.

Allir djúpvatnstrolararnir fiska upsa, men fara tó helst at fiska svartkalva. Skipini koma inn at landa seinast í næstu viku. Fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum royna eftir upsa, er eisini smáligur. Okur skip kom inn at landa í vikuni, sum kemur.

- Trolbátarnir eru á landleiðini, allir eru eystanfyri. Teir fáa mest reyðsprøku og nakað av tungu, havtasku og toski. Teir koma inn at landa so hvørt, sum næsta vika líður móti endanum. Ein trolbátur er á Skeivabanka, og veiðan er mest toskur og upsi umframt nakað av longu og hvítingi.

Tvey garnaskip, sum landa í Føroyum, eru til fiskiskap. Ein fiskar havtasku, og ein fiskar svartkalva. Skipini koma inn at landa í næstu viku.

Hetta er í stuttum metingin, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt sær fyri vikuna, sum stundar til.