Fleiri línuskip inn at landa hesa vikuna

Í dag landa tvey línuskip, sum bæði hava fiskað á djúpum vatni undir Føroyum. Annað skipið hevur mest av brosmu og longu, og hitt hevur verið á kalvaveiði.
Hósdagin og fríggjadagin koma væntandi fleiri línuskip aftrat inn at landa.
Eitt skip kemur av Flemish Kap, eitt undan Eysturgrønlandi, og síðan koma antin eitt ella tvey línuskip undan Íslandi.
- Veiðan hjá skipunum er mest toskur, brosma, longa og hýsa.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Nú túrurin hjá línuskipinum Kambi á Flemish Kap eydnaðist so væl, er væntandi, at okkurt annað línuskip aftrat fer longu leiðina yvir á Flemish Kap at royna eydnuna.
Leggjast kann aftrat, at túrurin á Flemish Kap hjá djúpvatnstrolarunum, Steintóri og Niels Paula, var ein bummtúrur.
Reiðarin, Jákup Pauli Hammer, læt illa at. Skipini fiskaðu í seks dagar, og tá tey fóru at sigla heim, høvdu skipini smá 100 tons í lastini.
Tað er tó ikki ókent á Flemish Kap, at línuskip kunnu fáa fisk, tó at tað ikki eydnast hjá trolarum.
Tveir føroyskir frystitrolarar eru framvegir har yviri, og teir hava bunkring til nakrar vikur. Lítið er frætt um, hvussu fiskiskapurin hjá teimum hevur vignast.
Fiskamarknaður Føroya heldur, at ivasamt er, hvussu verður við útróðri hesa vikuna. Streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur.
- Útlit er til, at veðrið verður gott, og tí vóna vit, at nakað verður av útróðri seinnapartin í vikuni, siga tey á Toftum.