26 ferðafólk og tvey av manningini eru harivið staðfest deyð.
Ferðfólkabáturin sakk í Donau-ánni í miðbýnum í Budapest um kvøldið 29. mai, eftir at hann varð ásigldur av einum stórum ferðamannaskipi. Tað tók bara fá sekund, frá tí at báturin varð raktur, til hann fór til botns.
Tað vóru næstan bara suðurkoreansk ferðafólk í bátinum saman við ungarsku manningini. Sjey ferðafólk bjargaðu sær lívinum.
Fýra lík eru enn ikki funnin.
Skiparin á stóra ferðamannaskipinum, ein 64 ára gamal maður úr Ukraina, er handtikin.
/ritzau/Reuters