POLITIKKUR
Grønlendsk konufólk vilja ikki longur lata sær lynda, at ov fáar kvinnur mynda politiska valdið í Grønlandi. Tískil er felags kynspolitiska stríðið um sessirnar í politisku valdsdeplunum langt frá lagt á hillarnar. Grønlendski kvinnuflokkurin Arnat Partiiat er nevniliga til reiðar at stilla upp sum sjálvstøðugur flokkur til Landstingsvalið, sum verður í hesum árinum. Flokkurin hevur sum mál at fáa fleiri kvinnur inn um tinggátt. Harafturímóti er flokkurin eisini til reiðar at verða upploystur, tá ið talið á kvinnum og monnum í tinginum er javnt.
Arnat Partiiat hevur í dag 50 limir. Hvussu nógvir teirra stilla upp, er enn ikki greitt. Men flokkurin fer ikki bert at viðgera sokallað bleyt politisk evni, sum eitt nú, hvat er best fyri barnið og familjuna. Sambært Helgu Nielsen, skrivari í flokkinum, viðger flokkurin onnur evni á jøvnum føti. Teimum slepst ikki undan, sigur hon.