Gikt rakar fólk í øllum aldri, bæði børn, ung og eldri. Summar giktsjúkur raka flest kvinnur, og aðrar raka mest menn. Orsøkin er, at so nógv sløg av gikt eru til.
Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sigur, at felagið sær eina tilgongd av ungum kvinnum við liðagikt, eins og fleiri børn nú eisini gerast sjúk.
- Verða hesi ikki viðgjørd effektivt og rímiliga skjótt, versnar støðan við eitt nú skeivleikum í hondum og fingrum, og hesi fólk eru ofta illa fyri, sigur hon.
Hvat gerst?
Leila Solmunde reisir spurningin, hvat er at gera?
- Fyrst má ein góður vilji til at hjálpa økinum á eitt støði, har tað hoyrir heima. Tað er møguligt hjá giktsjúkum fólki í hinum norðurlondunum at samantvinna eina intensiva viðgerð uttanlands við eini viðgerð og viðlíkahaldsviðgerð í egnum landi. Men her í Føroyum hava vit ongantíð havt henda møguleika, hóast vit eru tey, sum við atliti til veðurlagið og viðgerð annars eru ringast fyri.
Leila sigur, at skulu vit hava nakran møguleika at fáa góða viðgerð til okkara giktsjúku, er neyðugt við eini skipan, sum gevur fólki møguleika at fáa viðgerð uttanlands undir heitum og turrum himli og á serligum viðgerðarstaði fyri giktsjúk. Neyðugt verður eisini at finna út av, hvat av sjúkrahúsunum skal hava servitanina innan reumatologi.
- Hetta er uppgávan hjá sjúkrahúsverkinum.
Hon sigur, at ein skipan má gerast fyri viðgerð í Føroyum, bæði hvat viðvíkur viðgerðarstaði og starvsfólki, eins og fólk mugu fáa rætt til sjúkrafráveru í serviðgerðartíðini.
- Viðlíkahaldsviðgerð og fyribyrgingarviðgerð, eitt nú venjingar í heitum hyli og fimleikavenjingar, eigur at verða ein rættur, sum allar kommunur eiga at bjóða hesum borgarum.
Uppgávurnar
Leila sigur, at uppgávan hjá heilsuverkinum eigur at vera at finna loysnir fyri viðgerðarmøguleikar til giktasjúklingar. Uppgávan hjá sjúkrahúsverkinum er at siga, hvat vit skulu hava at bjóða ? og bjóða tað, sum sagt verður at vera neyðugt.
- Uppgávan hjá heilsu-og sjúkrahúsverkinum er eisini at skipa fyri einum veruligum kjaki um heilsustøðið í Føroyum.
Hon vísir eisini á, hvør uppgávan hjá almannaverkinum eigur at vera, nevniliga at tryggja fólki á arbeiðsmarknaðinum møguleika til fráveru fyri viðgerð.
- At enda haldi eg, at uppgávan hjá kommununum er at útvega fólki møguleikar til viðlíkahalds-og fyribyrgingarviðgerð, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, at enda.