Fleiri kvinnur møguleika at verða valdar í býráðið

   

Elin Lindenskov
býráðslimur
www.lindenskov.com
???????????????????

Kvinnufelagið í Havn hevur boðið til fundar at stovna ein kvinnulista at stilla upp til býráðsvalið í heyst.
Sum býráðslimur í Havn seinastu 12 árini fari eg staðiliga at heita á Kvinnufelagið at brúka sína orku til at ávirka politisku flokkarnar heldur enn til ein kvinnulista. Orsøkin er einføld: Fleiri kvinnur verða valdar á politisku listunum enn við einum kvinnulista!
Tvær ferðir í áttatiárun-um stillaði ein kvinnulisti upp uttan úrslit. Hendir hetta aftur, skulu vit minnast til, at kvinnulistin tá bara tekur atkvøður frá kvinnunum á politisku listunum.
Tað er ein sannroynd, at vit eru nógv, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa kvinnum størri ávirkan í ymsu flokkunum. Tað hevur givið úrslit í býráðsarbeiðinum, hóast løgtingsvalið seinast var eitt aftur-stig.
Tað er eitt stórt og tungt stríð, sum nógvar kvinnur og menn hava gjørt í flokkunum fyri at vinna javnstøðuhugsjónini frama. Tað er sera týdningarmikið, at hetta arbeiði ikki fer fyri bakka.
Taka vit Tórshavnar Býráð í dag, so eru tríggjar kvinnur valdar í býráðið. Beate L. Samuelsen fyri Sambandsflokkin við 209 atkvøðum. Hildur Eyðunsdóttir fyri Tjóðveldisflokkin við 335 atkvøðum og undirritaða fyri Javnaðarflokkin við 392 atkvøðum. Trý tey seinastu valskeiðini hevur Javnaðarflokkurin verið umboðaður við einari kvinnu og einum manni. Tvey tey næstu á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru eisini kvinnur.
Møguleikar eru fyri at nógvar kvinnur kunnu verða valdar í býráðið á valinum í ár.
Fólkaflokkurin hevur fyrr havt kvinnu í býráðnum. Taka vit løgtingsvalið, so var Annika Olsen nummar fýra á listanum við 152 atkvøðum. Stillar hon upp í heyst hevur hon óivað ein kjans. Fólkaflokkurin hevur fýra umboð í býráðnum.
Beate L. Samuelsen í Sambandsflokkin kann væntast at verða afturvald.
Nú Tórfinn Smith fór úr Javnaðarflokkinum í býráðnum, eru trý tey fremstu valevnini á Javnaðarlistanum kvinnur. Elin Lindenskov 392 atkvøður, Rigmor Dam 188 atkvøður og Meta Palle 111 atkvøður. Tilsamans høvdu allar 5 kvinnurnar á Javnaðarlistanum 769 atkvøður.
Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann fer at stilla eins nógvar kvinnur og menn upp til valini. Kemur Sjálvstýrisflokkurin aftur í býráðið, er Malan Johansen sjálvskrivað toppvalevni.
Fyri Tjóðveldisflokkin er Hildur Eyðunsdóttir í býráðnum. Hon kann sjálvandi eisini væntast afturvald.
Miðflokkurin hevur ikki umboðan í býráðnum. Men Jenis av Rana hevur verið valdur í býráðið. Hann kann sjálvsagt afturveljast, men meðan hann er løgtingsmaður og kommunulækni hevur hann valla stundir at sita har. Varaumboð hjá honum á tingi er Charlotta á Váli Olsen.
Um kvinnur arbeiða konstruktivt kunnu vit fáa eitt nýtt býráð, sum hevur meiriluta av kvinnum - har t. d. 7 av teimum 13 býráðslimunum eru kvinnur.
Stillar ein kvinnulisti upp, minka hesir møguleikar munandi. Seinast kostaði hvørt umboð í býráðnum 723 atkvøður. Um vit nýta løgtingsvalið í ár sum grundarlag er talið 1.042. Vanliga er vallut-tøkan lægri til býráðsval.
Mín greiða fatan er, at ein kvinnulisti fer at órógva nógv í øllum flokkum - og taka møguleikan frá fleiri kvinnum at verða valdar. Eg skal ikki siga, at ein slíkur listi ongan kjans hevur at fáa umboð valt, men hann fær valla fleiri umboð.
Míni ráð til kvinnurnar í Kvinnufelagnum er heldur at stuðla kvinnum á teimum politisku listunum. Tað er einasti máti at fáa eitt javnari býti millum kynini.