Í endanum av 2023 vóru skrásettir 9640 persónar við fiskiskapi sum høvuðsstarvi í Noregi. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til 2022, tá talið var 9597.
Hetta veit norska fiskivinnuumsitingin at siga í sínari ársfrágreiðing fyri 2023.
Hyggja vit yvir gongdina nøkur av árunum, eru tølini hesi:
2019: 9.431
2016: 9.426
2013: 9.559
2010: 10.325
Talið av fólki í Noregi, sum hava fiskiskap sum hjávinnu, var í endanum av 2023 1.163 ímóti 1.233 í 2022.
Í endanum av 2023 vórðu skrásettar 485 kvinnur í Noregi við fiskiskapi sum høvuðsyrki. Í 2022 var talið 436.
Í Noregi verður sagt, at hóast talið av kvinnum, sum hava fiskiveiði sum høvuðsyrki, er lutfalsliga lítið, eru tølini kortini vaksin javnt og samt seinnu árini.
Tølini eru hesi:
2023: 485
2022: 436
2019: 329
2016: 273
2013: 250
2010: 263
Tað eru serliga yngri kvinnur, sum velja sjólívið, og í endanum av 2023 vóru 153 kvinnur yngri enn 30 ár skrásettar við fiskiskapi sum høvuðsyrki. Árið fyri var talið 138.
Tað er www.kystmagasinet.no sum ber hesi tølini hjá norsku fiskivinnuumsitingini.