Fleiri kunnu skifta pláss

Kappingin í Atlantic Airways-kappingini er so jøvn millum fimm av teimum seks liðunum, at hetta umfarið kann alt gerast tættari ella fara sundur aftur

Neistin hevur bara tapt tveir dystir higartil hetta kappingarárið, og annar teirra var ímóti grannunum úr Kyndli. Tað er helst eisini so, at skal nakar gera nakað við Neistan, má helst granna-momentið takast við. Slagið um Havnina verður í morgin, og so verða hinir báðir dystirnir sunnudagin.
Har tekur StÍF á heimavølli ímóti KÍF, og her er talan um tvær ymsar formkurvar. StÍF hevur einki vunnið síðani hálvan november, meðan KÍF hevur vunnið so mikið, at botnliðið bara er eitt stig frá øðrum plássi. So er spurningurin, um venjaraskiftið hjálpir StÍF ella um KÍF sleppur av botnplássinum.
Triði dysturin er ein endurtøka av FM-finalunum síðsta kappingarár, men hvørki H71 ella VÍF hava víst somu styrki, sum tey høvdu tá. VÍF hevur eftir laka byrjan tikið seg fram, meðan avrikini yvirhøvur hava verið svingandi hjá hoyvíkingum, so hetta er enn ein púra opin dystur.