Fleiri kunnu luttaka í Miss Føroyar

Krøvini fyri at luttaka í Miss Føroyar kappingini eru færri í ár

Aftur í ár verður Miss Føroyar kappingin ein partur av Burn Showdown tiltakinum, sum verður í høllini á Hálsi í november. Ein av nógv umtalaðu kappingunum í fjør, var Miss Føroyar kappingin.

 

Reglugerðin fyri Miss Føroyar kappingina í fjør vóru umfatandi, fyri at lúka nøkur altjóða krøv. Hetta verður ikki tilfeldið í ár.

 

- Teir gomlu reglarnir vóru umfatandi, tí tú skuldi vera millum 18 og 25 ár, ikki hava átt barn og ikki verða, ella hava verið, gift, sigur Jákup Súni Berg.

 

Nú eru krøvini, at tú skal vera millum 16 og 29 ár, og tað einki krav um at ikki hava átt børn, ella verið gift.

 

- Tað er heldur einki krav um, at tú skal uttanlands at kappast, men er vinnarin ella tær, sum enda í topp trý, áhugair í tí, so vegleiða vit fegin, sigur høvðusfyriskiparin, Jákup Súni Berg.

 

Miss Føroyar kappingin verður til Burn Showdown tiltakið, sum verður í høllini á Hálsi 16. og 17. november.