Fleiri kriminellir útlendingar í Norra

At alsamt fleiri kriminellir útlendingar koma til Norra, sær norski løgmálaráðharrin, Anders Anundsen, sum ein stóran og álvarsligan trupulleika.

At alsamt fleiri kriminellir útlendingar koma til Norra, sæst aftur í tølunum, tí fyri tíggju árum síðani sótu 566 útlendingar fongslaðir í Norra, men í dag er talið komið upp á 1.268. Tað merkir samstundis, at triðihvør fangi í Norra er útlendskur ríkisborgari.

– Vit hava sæð eina gongd, har alsamt fleiri kriminellir útlendingar koma til Norra, og tað er ein stórur og álvarsligur trupulleiki, sigur sær norski løgmálaráðharrin, Anders Anundsen, við norska kringvarpið, NRK.

Næstan annarhvør av teimum, ið sita sum fangar orsakað av rúsevnislógarbrotum, er útlendskur ríkisborgari, og norska kriminalforsorgin sigur, at ofta fáa útlendingarnir harðari revsingar enn norskir borgarar, tí lógarbrotini eru álvarsligari.

Mugu steðga gongdini
– Kanska er tað lættari at fremja lógarbrot í Norra, enn í so mongum øðrum londum. Um so er, so mugu vit seta okkum fyri, at vit fáa steðgað tí gongdini, sigur Anders Anundsen.

Hann vísir á, at størri dentur eigur at verða lagdur á fyribyrging, samstundis sum politiið fær neyðugu játtanina og amboðini til at uppklára brotsverk og taka brotsmenn. Men eisini heldur norski løgmálaráðharrin altjóða politisamstarv hava stóran týdning:

– Tað hevur nógv at siga, at vit kunnu samstarva tvørtur um landamørk, og eg vil fegin gera enn meira fyri at styrkja tað samstarvið, sigur Anders Anundsen.