Hetta stendur í eini frágreiðing, sum ein bretsk tingnevnd júst hevur latið úr hondum, eftir at Greenpeace herfyri fór í rættin í London fyri at banna øllum framtíðar boringum á djúpum vatni. Frágreiðingin kemur eisini til ta niðurstøðu, at eitt fullkomið bann móti boring á djúpum vatni fer at undirgrava framtíðar orkutrygdina í Bretlandi. Tí verður ikki tikið undir við kravinum frá Greenpeace, men kortini mælir frágreiðingin oljumyndugleikunum til at endurskoða nógvar av treytunum, sum oljufeløgini í dag virka undir.
Frágreiðingin finst at oljuídnaðinum fyri ikki at vera nóg nógv á varðhaldi í slíkum førum sum Macondoóhappinum í Meksikoflógvanum. Eisini verður ávarað ímóti, at Bretland fer at hava trupulleikar at tackla eitt óhapp av sama slag sum tað í Meksikoflógvanum verður einki munagott gjørt fyri at endurskoða umhvørviskrøvini.
– Stórur ivi er um, hvussu væl egnað verjuútgerð móti oljudálking er í einum veðurbardum øki sum havið vestan fyri Hetland stendur í frágreiðingini.
Oljublaðið Uppstream endurgevur bretska oljumálaráðharran Chris Hume fyri at siga, at hann er sera fegin um frágreiðingina og hennara mongu niðurstøður og tilmæli, ikki minst nú frágreiðingin sigur, at tað er ikki haldbart at banna boring á djúpum vatni.
Prógva størri peningatrygd
Ein av tilráðingunum frá tingnevndini er, at tað verða sett størri krøv til oljufeløgini, tá tey í framtíðina fáa tillutað leitiloyvi á djúpum vatni, eitt nú at tey kunnu prógva, at tey eru før fyri at rinda fyri at rudda upp eftir møguligar dálkivanlukkur.
– Vit viðganga, at slík nýggj krøv kunnu gera tað dýrari at gera íløgur í framtíðar olju- og gassframleiðslu í bretskum øki og heita tí á skattamyndugleikarnar at hava hetta í huga í sambandi við skatting av oljuvirksemi á slíkum leiðum sigur orkumálaráðharrin.
Meðan oljuvinnan tekur væl ímóti frágreiðingini sum heild, so stendur Greenpeace spyrjandi. – Henda frágreiðingin kemur við nógvum orsøkum til, at tað er rætt at banna boring, men kortini er niðurstøðan júst tann øvugta sigur eitt umboð fyri Greenpeace sambært Uppstream.
Ein av niðurstøðunum hjá tingnevndini er, at bretsku reglurnar fyri endurgjaldsábyrgd eru ikki nóg greiðar, og at tað í ringasta føri kann henda, at tað verður skattagjaldarin, sum kemur at gjalda gildið eftir eina vanlukku og ikki oljufeløgini.
Frágreiðingin setur tí eisini eitt stórt spurnartekin við upphæddina at veita trygd móti dálking hjá fyristøðufeløgunum, sum í dag er uppá 250 milliónir dollarar.
Herfyri kunngjørdi bretska blaðið The Guardian partar úr eini umhvørvisfrágreiðing, sum oljufelagið Chevron hevði gjørt til bretskar myndugleikar í sambandi við tess nýggjastu boring á Lagavullinleiðini norðan fyri Hetland og skamt frá føroyska markinum. Ì frágreiðingini verður sagt, at skuldi ein vanlukka komið fyri av sama slag sum hon í Meksikoflógvanum so hevði tað fingið álvarsligar fylgjur fyri umhvørvið og oljan hevði rokkið bæði Føroyum og Noregi umframt Bretlandi. Skuldi tað ringasta hent, so hevði felagið ikki verið ført fyri at stegða eini umfatandi dálking.
Seinasta frágreiðingin tekur nettupp útgangasstøði út frá tí ringasta sum kann henda. So heldur enn at banna boring kemur hon til nógvar tilráðingar um, hvussu ídnaðurin kann fyribyrgja eini vanlukku. Og tað verður nú upp til oljumyndugleikarnar at seta hesar tilráðingar í verk so ella so.
Føroyar læra av bretum?
Ein reyður tráður gjøgnum seinastu frágreiðingina frá bretsku tingnevndini er, at tað aftur og aftur verður víst til veðurbardu økini vestan fyri Hetland, sum jú í mongum førum eru meinlík teimum á føroyska landgrunninum. Í løtuni er bretski oljuídnaðurin í ferð við at menna tryggari og betri skipanir til útgerðina á havbotninum eftir vanlukkuna í Meksikoflógvanum – eisini ein menning, sum oljufeløg, ið arbeiða í føroyskum øki í framtíðini, kunnu gera sær dælt av. Nakað líknandi hava vit longu sæð í verki, tá ENI, eftir at tað hevði sett hol á Anne Marie brunnin í heyst, steðgaði boringini fyri at uppgradera alla trygdarventilútgerðina á havbotninum.
Í hvønn mun nýggju bretsku krøvini til oljuleiting á djúpum vatni vestan fyri Hetland eisini fara at fáa føroyska oljumyndugleikar at endurskoða sínar reglur og skipanir og uppgradera síni krøv sigur henda søga einki um – enn. Tað verður tó áhugavert at fylgja við í hesum.
Øll frágreiðingin hjá bretsku tingnevndini, sum tykist at hava fingið góða móttøku sambært Shetland Times, er at finna her:
www.publications.parliament.uk/pa/
cm201011/cmselect/cmenergy/450/45002.htm
55










