Lítið lív var í fólki hetta vikuskiftið, nú ólavsøkan er av á hesum sinni. Hetta mátti løgreglan sanna, tí har var millum lítið og onki at tríva í hjá teimum, sum vóru á vakt. Tí varð avrátt at brúka tíðina til ferðslumátingar av ymsum slag. Nú var fongur – onkur koyrikort ruku og eisini vórðu nøkur klipp latin.
Fríggjanáttina misti ein bilførari kortið treytaleyst. Og leygarmorgunin varð ein sprittbilistur tikin í Havn. Um somu tíð varð ein bilførari tikin vesturi í Vágum, tí hann hevði rent á eitt skelti. Báðir høvdu drukkið og kunnu rokna við at skula av við koyrikortið eina tíð.
Koyrdi 120 í bygdum øki
Sunnumorgunin kom løgreglan fram á ein bilførara, sum koyrdi undan politinum allan vegin inn í Havnina og ígjøgnum býin. Maðurin koyrdi 160 í óbygdum og 120 í bygdum. Til endans tveitti hann bilin frá sær á parkeringsplássinum á Landssjúkrahúsinum, har hann varð handtikin. Maðurin hevði onki koyrikort og blóðroynd varð tikin av honum. Av tí at hann onki koyrikort hevði, fær hann eina bót fyri øll ferðslubrotini, sum hann gjørdi á vegnum.
Um sjeytíðina sunnukvøldið kom løgreglan fram á ein annan mann, sum frammanundan hevði frádømt koyrikort. Hann kemur inn at sita í eina viku.