Fleiri koyrikort í vanda

Løgreglan hevur havt trý mál, har koyrikort vóru í vanda

Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Eysturoy millum Kambsdal og Gøtugjógv. Og har vóru tríggir bilførarar, sum koyrdu so mikið nógv skjótari, enn loyvt er, at koyrikortið hjá teimum stendur upp á spæl.

Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 74 km um tíman. Ein annar fekk koyriforboð. Tað er tí, at hann hevur havt koyrikortið í stytri enn trý ár, og ein triði bilførari fekk koyriforboð, tí hann koyrdi 117 km um tíman.

Harafturat varð ein bilførari í Suðuroy var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av øðrum rúsevnum enn rúsdrekka. Har var blóðroyne tikin, sum skal verða grundarlag fyri tí, sum víðari fer fram í tí málinum.