Í gjár var løgreglan úti um seg og ferðamátarin varð settur og fleiri bilar frá Kollfjarðardali og til Gøtudal.
Og mong vóru tey, sum fingu eitt klipp í koyrikortið av hesum arbeiði. Vakthavandi á løgreglustøðini i Havn sigur í morgun, at fleiri ferðslumál vóru í gjár, sum vístu, at mong koyra ov skjótt.
Løgreglan máldi, at summi koyrdu 105 km/t, meðan tey, sum koyrdu skjótast, vóru uppi á 113 km/t. Tað merkir, at fleiri hava fingið klipp í koyrikortið.
Um tú koyrir 100 km/t í einum økið, har tú eigur at koyra 80 km/t, so fært tú eina bót. Koyrir tú harafturímóti 101 km/t, so fært tú klipp í koyrikortið.
Og koyrir tú 131 km/t, har tað er loyvt at koyra 80 km/t, so missur tú koyrikortið. Hevur tú fingið trý klipp í koyrikortið, so skalt tú upp í koyriroynd av nýggjum. Men yngri førarar, sum einans hava havt koyrikortið í trý ár ella minni, skulu bert fáa tvey klipp í koyrikortið áðrenn tey skulu upp í nýggja koyriroynd.










