Fleiri av almennu koronuskipanunum, ið hava verið virknar seinastu mánaðirnar, verða nú broyttar ella tiknar burtur.
Tað boðar landsstýrið frá í dag.
Dagpeningarskipanin, ið eisini fevnir um fólk í sóttarhaldi, verður longd fram til 31. oktober.
Eisini verður lógarheimildin at lata skeinkistøð aftur longd fram til 31. oktober. Í sama viðfangi verður tað møguligt hjá skeinkistøðunum at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur hetta tíðarskeiðið.
Landsstýrið hevur eisini gjørt av, at stuðulin til fastar útreiðslur hjá ferðavinnufyritøkum og skipanin við lønarískoyti til niðursetta arbeiðstíð ikki verða longdar tann 31. august.
Kanningarskipanin á flogvøllinum og við bryggju, tá ið fólk eru á veg til Føroya, verður eisini longd til 31. oktober. Men frá 1.oktober 2020 verður tað ikki longur ókeypis at lata seg kanna við komu á flogvøllinum ella við bryggju, tá ið tú siglir til Føroya. Frameftir skal tann ferðandi rinda fyri kanningina.