Fleiri knívdripin á festivali í Týsklandi

- Trý fólk eru deyð, og trý eru í lívsvanda. Onnur trý fólk hava fingið álvarsligar løstir, og eitt fólk hevur fingið smærri løstir, verður sagt úr Týsklandi í kvøld.

 

Bild veit at siga, at drápsmaðurin, sum gjørdi feigdina um seg í kvøld, framvegis gongur leysur, men løgreglan leggur stóra orku í at finna mannin.

 

Týska blaðið veit at siga, at í minsta lagi trý fólk eru deyð, men í løtuni er ógreitt, hvat neyva talið er.

 

Sagt verður, at tað var ein maður, sum stakk frá hond við knívi, og Bild heldur, at tað var tilvildarligt, hvørjum maðurin fór eftir.

 

Hendingin fór fram klokkan 21.45 í kvøld í býnum, Solingen, sum liggur nakað eystan fyri Düsseldorf.

 

- Í løtuni kunnu vit ikki siga meira um hendingina, segði týska løgreglan í kvøld sambært Reuters.

 

##med2##

 

Sagt verður, at maðurin leyp á við knívi á einum býarfestivali, har tey hátíðarhildu, at býurin Solingen hevur 650 ár á baki.

 

Ein av fyriskiparunum hevur sambært útlendskum miðlum sagt, at hjálparfólk viðgera níggju fólk, sum hava fingið álvarsligar løstir.

 

- Trý eru deyð, og trý eru í lívsvanda. Onnur trý fólk hava fingið álvarsligar løstir, og eitt fólk hevur fingið smærri løstir, verður sagt úr Týsklandi.