Fleiri klassar á muni

FM-róðurin millum 8-mannafør tykist longu nú vera ein avgreiðsluspurningur hjá Argjabátinum.

Á norðoyastevnu í dag vóru á leið 10 bátslongdir aftur til Ørv, sum var nummar tvey, og hesin hevði aftur 10 bátslongdir aftur til Knørr, sum var triði báturin í kappróðrinum.

 

8-mannafør

1 Argjabáturin 07:01.02

2 Ørvur 07:25.15

3 Knørrur 07:48.02