Fleiri klassar betri

– Spælararnir gjørdu alt tað, teir megnaðu, og tá er tað eingin skomm at tapa fyri einum liði, sum er betri. Týskland var fleiri klassar oman fyri føroyska liðið, men tað vistu vit eisini av frammanundan, segði landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen

Tá dysturin var av fríggjakvøldið, royndi landsliðsvenjarin at fortelja spæl­arunum sínum í føroyska um­klæðingarrúminum, at sjálvt um tað ikki ber til at vera nøgdur við eitt tap, so helt hann, at teir høvdu gjørt alt, teir vóru mentir, og at tá er tað eingin skomm at tapa fyri einum liði, sum er betri.
Og tá so Lars Olsen løtu seinni stóð uttanfyri og tosaði við før­oysku pressuna, ásannaði hann, at Týskland var altso fleiri klassar oman fyri føroyska liðið.
– Tað vistu vit eisini av framm­anundan. Miðvallar­spælararnir hjá okkum noyddust at renna nógv til fánýtis, og tí møddust teir, so tá teir endiliga høvdu bóltin, høvdu teir ikki orkuna til at halda upp á bóltin, so tað kanska skuldi bera til at fáa tikið ferðina úr dystinum, segði venjarin, ið ásannaði, at tað annars gekk nøkulunda, sum roknast kundi frammanundan.
– Eg má viðganga, at tað gekk eitt sindur, sum eg var bangin fyri, at tað fór at ganga, tí eg
hevði vónað, at tað fór at liggja betur fyri hjá okkum at halda upp á bólt­in, enn tað í veruleikanum gjørdi.

Kropsligur munur
Fleiri ferðir var vandi á ferð eftir hornaspørk, og annað málið, sum Týskland fekk smáar tíggju min­uttir inn í seinna hálvleik, kom júst eftir eitt føroyskt hornaspark, har týsk­ar­arnir gjørdu skjótt av, so tað brád­liga leikaði á í hinum end­anum.
– Vit skulu hava ein mann í meiri­luta har afturi, og tað skulu vit eisini, tá vit hava hornaspørk. Men hóast tað snýr seg um at renna aftur, tá vit missa bóltin, so var tað ikki nóg mikið, hóast vit gjørdu tað, tí týskararnir runnu bara tað skjótari, so har kom líkasum tað seinasta sekundið at resta í, sigur Lars Olsen.
– At kreftirnar ikki rukku til í hes­um førunum, skyldast helst, at vit brúktu tað mesta av okkara kreftum uppá at verja okkum, og tí var orkan ikki har, tá vit skuldu royna at spæla okkum longur fram á vøllin. Vit mugu bara ikki gloyma, at týskararnir duga at spæla bóltin runt, umframt at teir eisini duga sera væl at spæla verjuspæl, tá tað skal til. Ja, teir duga snøgt sagt alt tað, sum skal til í fótbólti, og krops­liga vóru teir væl og virðiliga omaná, bæði í styrki og skjótleika.

Einki óvæntað
Neyvan er heilt rætt at siga, at hetta er sveinaroyndin hjá Lars Olsen, tí hetta er bara annar veruligi lands­dystur hansara í føroyska venjara­sess­inum, og tað er neyvan heilt rættvíst at døma hann eftir, hvussu gingist hevur á útivølli ímóti Týsk­landi, tí tað eru tey fægstu, ið koma frá einum slíkum dysti við skinn­inum á nøsini.
– Eg má tó siga, at eg eri sum heild nøgdur við tað heila, nú arbeiðið ordiliga er komið í gongd. Í hesum dystinum sóu vit eisini teir heilt ungu gera tað gott, og eitt nú kom Klæmint A. Olsen inn og fekk eina hóming av, hvussu tað er at spæla ímóti teimum stóru, sigur landsliðsvenjarin, ið var nøgdur við fyrireikingarnar, sum hava verið góðar, eins og tað eisini passaði fínt, at týskararnir sum so ikki gjørdu nakað, ið ikki var væntandi frammanundan.
– Um vit hyggja at úrslitinum sjálv­um, so eri eg sjálvandi ikki glaður fyri at tapa 3-0. Men tað, sum eg allíka­væl iðri meg mest um, er at teir skuldu fáa mál upp á skjótálop. Ikki minst, tí vit høvdu tosað eitt sind­ur um tað áðrenn, at júst til skjóta umstilling eru týskararnir mill­um teir allarbestu í heiminum.