Samráðingar
Íslendski fiskimálaráðharrin, Árni M. Mathiesen, sigur, at íslendingar fara at herða økisfriðingarnar á Suðurlandinum, sum millum annað ávirka føroysku línuveiðina undir Íslandi.
Tað er úrslitið av viðgerðini, fiskiveiða undir Íslandi hevur fingið í heimliga kjakinum, sigur fiskimálaráðharrin.
Hann vil tó ikki siga, um hann beinleiðis fer at boða føroyingum frá hesum undir samráðingunum, sum verða í Havn um dagarnar.
?Men almenni íslendski fiskivinnupolitikkurin er at brúka økisfriðingar meira, enn vit higartil hava gjørt, sigur Árni M. Mathiesen, íslendskur fiskimálaráðharri, sum vitjar í Føroyum frá mánadegnum til mikudagin.
Hann vil ikki geva nakra ábending um, hvussu verður við botnfiskakvotuni, føroyingar hava fingið frá íslendingum, síðan íslendska fiskimarkið varð flutt út.
?Alt, sum hevur við kvotur og býti at gera, fari eg fyrst at tosa við Jørgen um, áðrenn eg úttali meg alment um tað, sigur hann.