Fleiri Kaupting-stjórar tiknir

Tveir fyrrverandi stjórar í íslendska Kaupting-bankanum vórðu tiknir í gjárkvøldið. Talan er um Ingolf Helgason, sum var stjóri í íslendsku deildini av Kaupting, og Steingrím Kárason, sum var stjóri á váðametingardeildini.

Teir vórðu tiknir á flogvøllinum í Reykjavík, tá teir komu hagar við flogfari úr Luksenburg, har báðir búgva.

Íslendskir fjølmiðlar siga, at Interpol hevur sent út altjóða áheitan um, at fyrrverandi nevndarformaðurin í Kaupting-bankanum, Sigurður Einarsson, skal handtakast. Hann er skuldsettur fyri svik og býr nú í London.

Tveir fyrrverandi oddamenn í Kaupting, forstjórin Hreidar Mar Sigurdsson og fyrrverandi leiðarin á Luksenburg-deildini hjá bankanum, Magnus Gudmunsson, vórðu tiknir í Luksenburg fyri nøkrum døgum síðani og verða framvegis afturhildnir har.

Ólafur Hauksson, ákæri, sigur við íslendska ríkisútvarpið, at Kaupting-menninir eru skuldsettir fyri fíggjarligt svik og fyri at hava brotið lógina um handil við virðisbrøvum og brot á lógina um virðisbrævamarknaðin.